Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

Skipan
§ 1. Sum amboð at røkka einum sjálvberandi
búskapi verður stovnsett ein skipan við
búskaparligari útjavnan sambært § 3, ið skal
verða knýtt at serstkari kontu undir § 25 í
fíggjarlógini, við heitinum Búskapargrunnur
Føroya.
Inngjaldsskipan
§ 2. Á kontuna Búskapargrunnur Føroya
verða inntøkuførd:
a) skattur og gjøld sambært løgtingslóg
nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta
inntøkur frá kolvetnisvirksemi ella
lóg, ið kemur í hennara stað;
b) ágóði av einskiljing landsins;
c) játtan av fíggjarlóg til búskaparliga
útjavnan;
d) partur av heildarveitingini frá danska
statinum samsvarandi við 1/7 í 2010,
2/7 í 2011, 3/7 í 2012, 4/7 í 2013,
5/7 í 2014, 6/7 í 2015 til í 2016, tá ið
grunnurin fær alla heildarveitingina;
e) inntøkur av íløgurøkt av
samansavnaðum upphæddum,
nevndar undir litra a-d.
Útgjaldsskipan
§ 3. Av kontuni Búskapargrunnur Føroya
verður á hvørjum ári rindað í landskassan
miðal realavkastið av íløgurøktini sambært §
2, litra e fyrstu 7 av seinastu 9 árunum. Tó
verður útgjaldið at bíða, til uppsparda ognin
er størri enn ein triðingur av BTÚ.
Umsitingarlig viðurskifti
§ 4. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
umsitur skipanina sum serliga roknskaparliga
eind við eini ogn, ið er skild burtur frá ogn
landskassans annars. Broytingar í eginogn
grunsins verða roknaðar sum broytingar í
fíggjarstøðuni í landsroknskapinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð
reglur um at røkja tað fæ, ið er knýtt at
kontuni Búskapargrunnur Føroya, herundir
leiðreglur fyri íløguvirksemi.
Landsstýrismaðurin skal leggja íløgurøktina
til óhefta eind ella stovn undir landinum.
Umsitingarkostnaðurin verður játtaður og
goldin av landskassanum.
Stk. 3. Gjørdur verður serligur
eindarroknskapur fyri skipanina undir kontuni
Búskapargrunnur Føroya. Fyrsta
roknskaparárið er 2010.
Gildiskoma
§ 5. Lógin kemur í gildi 1. januar 2010.
Viðmerkingar
Almennar viðmerkingar
Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn Føroya
Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan føroyskan búskap.
Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál
Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini. Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í eini
slíkari skipan.
Føroyski búskapurin hevur verið fyri søguliga stórum sveiggjum síðan 1980’ini. Orsakirnar eru
fleiri, men greitt er, at førdi búskaparpolitikkurin og sveiggini í inntøkuni frá fiskivinnuni hava
spælt ein stóran leiklut. Búskaparpolitikkurin hevur sum heild ikki virkað tálmandi, tá umræður
sveiggj í búskapinum, og hevur tørvur eisini verið á eini skipan ella tiltøkum fyri at røkka hesum
máli. Harafturat kemur, at umsitingin av fiskiríkidøminum hevur helst ikki verið tann besta
undanfarnu ártíggjuni. Umsitingin av hesum tilfeingi Føroya fólks og av inntøkum frá hesum
varandi tilfeingi Føroya hevur sera stóran búskaparligan týdning, men er ikki partur av hesum
uppskoti. Tað er umsitingin av inntøkum frá ikki-varandi inntøkukeldum hinvegin.
Tá ræður um landsins inntøkur frá ikki-varandi inntøkukeldum, hevur umsitingin av hesum
inntøkum serliga stóran týdning. Gerst ein føroysk oljuvinna veruleiki í framtíðini, er talan um eina
vinnu, ið er grundað á eina ikki-varandi inntøkukeldu, – og um eina vinnu, ið kann elva til stór
sveiggj í búskapinum. Tí, gerst ein føroysk oljuvinna veruleiki, kann væntast, at føroyski
landskassin fær stórar inntøkur, ið kunnu ávirka føroyska búskapin ógvusliga – og neiliga – um
hesar inntøkur ikki verða umsitnar á rættan hátt.
Eisini er føroyski landskassin í dag heftur at øðrum inntøkum, ið ikki eru grundaðar á varandi
tilfeingi, men hinvegin kunnu broytast eftir lutfalsligari stuttari tíð – eitt nú heildarveitingin úr
danska ríkiskassanum.
Við atliti at stóru sveiggjunum í inntøkum landsins, og serliga við atliti at inntøkum frá ikkivarandi
tilfeingi, er neyðugt við eini skipan, ið tryggjar langtíðaráhugamálini eins væl og
stutttíðaráhugamálini í føroyska búskaparpolitikkinum. Tørvur er á, at serinntøkur – eitt nú frá
kolvetnisvirksemi, heildarveiting úr danska ríkiskassanum og sølu og umskipan av stovnum og
fyritøkum landsins – verða nýttar á ein hátt, ið tryggjar, at inntøkurnar ikki avlaga føroyska
búskapin, og tryggjar, at hesar inntøkur eisini koma komandi ættarliðum til góðar. Hetta kann eitt
nú gerast við at rinda aftur uttanlandsskuld landsskassans, at spara upp í Búskapargrunni Føroya,
ella at gera íløgur í varandi tilfeingi, sum eitt nú í vitan – umvegis íløgur í útbúgving og gransking.
Málið við Búskapargrunni Føroya er at náa einum meira tryggum, framkomnum og sjálvbjargnum
føroyskum búskapi, ið tekur hædd fyri bæði núlivandi og komandi ættarliðum.
Nýtsla av tilfeingi landsins við atliti til komandi ættarlið
Tá búskaparpolitiskar avgerðir verða tiknar, ávirka hesar sjáldan bara núlivandi ættarlið. Eisini
búskaparligu og samfelagsligu karmarnir hjá komandi ættarliðum verða ávirkaðir. Hetta ger seg
serstakliga galdandi, tá umræður umsiting av samfelagstilfeingi, ið ikki er varandi. Ikki-varandi
tilfeingi er tilfeingi, ið ikki verður endurnýggjað. Talan er sostatt um tilfeingi, ið bara kann
gagnnýtast av samfelagnum eina ferð. Eitt dømi um tílíkt tilfeingi er olju- og gasstilfeingi. Varandi
tilfeingi er hinvegin tilfeingi, ið verður endurnýggjað. Dømir um hetta eru fiskastovnar og vitan.
Eitthvørt ættarlið hevur møguleika at troyta alt tilfeingið í landinum, men velur eitt ættarlið at nýta
stóran part av teimum virðum, ið tað ikki sjálvt hevur framleitt, kann hetta bera í sær, at lutfalsliga
lítið verður eftir av hesum tilfeingi til komandi ættarlið. Samstundis kann ein óumhugsað nýtsla hjá
einum ættarliði merkja, at fylgjandi ættarlið yvirtaka ein avlagaðan búskap við eitt nú verri
kappingar- og framleiðsluførleika.
Tá ræður um stutt- og langtíðaráhugamál landanna, er mangan stríð millum hesi. Tí er ikki
óvanligt, at lond nýta ymisk amboð fyri at tryggja, at samfelagsligu langtíðaráhugamálini verða
tryggjað eins væl og stutttíðaráhugamálini. Hetta verður gjørt við serstøkum skipanum og stovnum,
ið ikki kunnu broytast eftir stuttari tíð. Grundlógir, altjóða sáttmálar og oljugrunnar eru nøkur dømi
um tílíkar fyriskipanir.
Umsiting av serinntøkum frá ikki-varandi tilfeingi
Hetta lógaruppskot um Búskapargrunn Føroya viðger serinntøkur frá fylgjandi ikki-varandi
tilfeingi:
a) Kolvetni á føroyskum øki
b) Fyritøkur, ið eru almenn ogn
c) Heildarveiting úr danska ríkiskassanum
Talan er um tilfeingi, ið er givið frá ávikavíst náttúruni, frá framleiðslu í farnari tíð og úr
útlandinum. Torført er at meta um støddina á serinntøkum, ið fara at koma frá omanfyri nevnda
ikki-varandi tilfeingi Føroya. Møguleiki er tó fyri at áseta eitt mett virði, tá umræður fyritøkur, ið
eru almenn ogn. Somuleiðis kann meting gerast viðvíkjandi heildarveitingini úr danska
ríkiskassanum. Hinvegin er ómetaliga torført at gera metingar um møgulig virði, tá umræður
kolvetni á føroyskum øki.
Fyri øll trý økini fara metingar at verða sera óvissar. Eitt nú verða bindandi avtalur um
heildarveitingina úr Danmark bara gjørdar fyri stutt áramál ísenn. Eisini er politiska undirtøkan fyri
heildarveitingini óviss í framtíðini – bæði í Føroyum og í Danmark. Leggjast kann afturat, at
væntast kann, at møguligar kolvetnisinntøkur og heildarveitingin úr Danmark verða tengdar hvør at
aðrari í framtíðini. Avtala er longu gjørd millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri um at taka
upp samráðingar um minking av heildarveitingini, um so er, at kolvetnisframleiðsla tekur seg upp á
føroyskum øki.
Eisini er greitt, at gera inntøkur seg galdandi frá kolvetnisvirksemi áðrenn ár 2018, skal eitt rentu og
avdráttarfrítt lán á 500 mió. kr. frá danska statinum rindast. Um inntøkugevandi kolvetnisvirksemi
hinvegin ikki ger seg galdandi áðrenn ár 2018, fellur hesin partur av skuld landskassans til danska
statin burtur.
Búskapargrunnur Føroya hevur m.a. til endamáls at vera ein skipan, ið tryggjar, at stórar
serinntøkur frá omanfyri nevnda ikki-varandi tilfeingi ikki elva til eina avlaging av føroyska
búskapinum. At hesar serinntøkur ikki elva til stóra meirnýtslu hjá landskassanum og í
samfelagnum annars. At hesar serinntøkur ikki gera samfelagsligan skaða, men heldur samfelagsligt
gagn. ”Hálendska sjúkan” er búskaparfrøðiliga heitið fyri ta vinnuligu-, búskaparligu- og
samfelagsligu avlaging, ið kann standast av serinntøkum, ið sum heild eru arbeiðsfríar
samfelagsinntøkur.
Í altjóða høpi eru nógv dømi um, hvussu serinntøkur frá ikki-varandi tilfeingi hava elvt til ógvusliga
búskaparliga avlaging í teimum londum, har serinntøkur eru slúsaðar inn í búskaparliga
samfelagskervið so hvørt, hesar eru vorðnar tøkar hjá landskassunum. Serinntøkur virka nevniliga
øðrvísi fíggjarpolitiskt enn inntøkur umvegis vanligan skatt og avgjøld. Vanligur skattur og avgjøld
virka tálmandi á búskaparvirksemið, tí keypiorka verður drigin inn frá persónum, húsarhaldum og
fyritøkum.
Tá talan er um serinntøkur, er talan hinvegin um inntøkur, sum í stóran mun mugu roknast sum
arbeiðsfrí samfelagsinntøka. Talan er um inntøkur, ið landið fær uttan samstundis at tálma
keypiorkuna ella búskaparvirksemið annars. Verða hesar inntøkur nýttar á almennu útreiðslusíðuni
uttan umhugsni, elvir hetta til ójavnvág í samfelagsbúskapinum.
Verða ongar forðingar lagdar fyri, at serinntøkur verða slúsaðar inn í samfelagsbúskapin, kann
væntast, at tá tað almenna fær atgongd til munandi meira pening – uttan at tað privata fær atgongd
til minni pening – fer nýtslan og lønarlagið sum heild at hækka munandi. Trupult verður hjá tí
privata at kappast við tað almenna um arbeiðsmegi, og merkir hægra lønarlagið somuleiðis, at
kappingarførið mótvegis útlandinum gerst verri (um lønirnar hækka meira í Føroyum, enn í
útlandinum – og um føroysku fyritøkurnar ikki klára at økja produktivitetin samsvarandi.) Hetta
setir útflutnings- og innflutningsvinnur, sum eru í kapping við altjóða framleiðslu, undir hart trýst,
og kunnu hesar vinnur væntast at gerast ein lutfalsliga enn minni partur av samfelagsbúskapinum,
enn áðrenn serinntøkurnar gjørdust veruleiki. Hetta kann verða samfelagnum til alstóran skaða,
serstakliga tá serinntøkurnar frá ikki-varandi tilfeinginum ikki longur eru tøkar.
Samanumtikið má staðfestast, at skulu føroyskir myndugleikar taka við læru frá mistøkum, ið
onnur lond hava framt, forða fyri eini avlaging av føroyska búskapinum og umsita serinntøkur
landsins við atliti til komandi ættarlið, er neyðugt, at stig verða tikin til at tryggja, at framtíðar
serinntøkur verða umsitnar á serstakan hátt. Hetta lógaruppskotið um Búskapargrunn Føroya er eitt
amboð til at náa hesum máli.
Háttalag
Uppskotið byggir á samantvinning av uppskotinum, ið Tjóðveldi fyrr hevur lagt fram, og av
uppskoti, ið Fíggjarmálaráðið arbeiddi við í fyrru ABC samgonguni.
Uppskotið hevur til endamáls at tryggja búskaparbygnaðarliga útjavnan. Hetta verður gjørt við at
goyma óvanligar inntøkur í grunni og við neyðugari játtan av fíggjarlógini í sama grunn. Uppskotið
tryggjar, at
ágóðin av stórum stakinntøkum verður javnaður til nýtslu yvir langt tíðarskeið til gagns fyri verandi
og komandi ættarlið;
nýtslan av stakinntøkunum ikki avlagar búskapin;
fæ landsins verður goymt á tryggan hátt.
Saman við lóg um Landsbanka Føroya og lóg um landskassans innlán og lán í landsbankanum
tryggjar lógin, at Føroyar styrkja og byggja upp stovnar at tryggja búskapar- og fíggjarviðurskifti
landsins í breiðari merking, eisini búskaparliga útjavnan yvir tíð og kreditvirði landsins úteftir.
Búskapargrunnur tekur við ogn og játtan. Av landsins ognum verða serliga óvanligar ella
tíðaravmarkaðar inntøkur og ágóði frá einskiljing og kolvetnisvirksemi latnar í grunnin. Grunnurin
verður tengdur at óheftum stovni og verðu skipaður við treytaðum útgjaldi.
Landsstýrismaðurin umsitur grunnin men fær heimild til í kunngerð at lata annan stovn umsita
grunnin eftir nærri ásetingum. Landsstýrismaðurin hevur eftir uppskotinum skyldu til í kunngerð at
lýsa nærri leiðreglur fyri fíggjarligu umsitingina av grunninum.
Ætlanin er at lata Landsbanka Føroya umsita grunnin, men landsstýrismaðurin er ikki í lógini
avmarkaður til hesa loysn; landsstýrismaðurin kann velja aðra trygga umsiting. Samsvarandi ætlan
um at lata landsbankan umsita grunnin er uppskot gjørt um kunngerð um umsiting grunsins.
Landsbankin og búskapargrunnurin hoyra eftir stýrisskipanarlógini undir “fíggjarmál landsins” (í
uppskoti um stjórnarskipan “fíggjarvald”). Virksemi teirra verður ikki á fíggjarætlan landsins –
fíggjarlógini – har játtanir hjá útinnandi stovnum eru at finna. Tvørturímóti er neyðugt, at
broytingar í eginogn grunsins ikki verða inntøkuførdar ella krevja játtan. Afturímóti verður
eginognin tikin við í fíggjarstøðu landsins. Tá ið staðfest er, at treytir fyri útgjaldi eru loknar, verður
fráboðaða útgjald inntøkuført á fíggjarlógini.
Lógin ber í sær fleiri skyldur fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum (ella annan landsstýrismann,
sum løgmaður letur málsøkið at umsita). Landsstýrismaðurin skal mótvegis tinginum mæla til, at
inntøkur frá kolvetnisvirksemi og einskiljing fara í grunnin. Landsstýrismaðurin skal eisini mæla
Løgtinginum til at játta í grunnin vegna neyðuga útjavnan.
Útjavningarskipanir eru nógv umrøddar
Í fyrra ABC-samgonguskjalinum var ásett, at farið verður undir privatiseringar, ið skulu fara til at
gjalda skuld og konsolideringar, umframt at búskaparpolitikkurin skal tálma sveiggjunum í
búskapinum.
Í tingsamtykt 2. mai 2006 (tingmál 110/2005) at heimila at selja partabrøv í Føroya banka varð
ásett, at søluinntøkan skal brúkast at gjalda skuld ella setast í búskapargrunn.
Í álitinum frá stjórnarskipanarnevndini er áseting um búskapargrunn í uppskotinum um
stjórnarskipan.
Tjóðveldisflokkurin legði fram tingmál 3/2005 og 99/2006 um Búskapargrunn Føroya, ið fingu
góða móttøku, tó tey fullu.
CHE-samgonguskjalið ásetti búskapargrunn.
ABC-samgonguskjalið ásetir, at grunnur verður settur á stovn til møguligar oljuinntøkur og
inntøkur frá einskiljingum. Reglur um inn- og útgjald skulu útgreinast.
Sigast má, at breið semja er um, at óvanligar inntøkur frá einskiljingum, kolvetnisvirksemi,
óvanligum yvirskoti á fíggjarlógini ella øðrum tílíkum skulu ikki fara til brúks og raksturs, uttan
heldur verða varðveittar á einhvønn tryggan hátt ella fara til at gjalda skuld landsins.
Eisini er breið semja um, at útsveiggj í búskapinum skulu tálmast og at búskaparbygnaðarliga skal
útjavnast yvir tíð, soleiðis at lagt verður upp fyri til dømis, at fólkið væntast at eldast. Á sama hátt
má leggjast upp fyri øðrum bygnaðarligum broytingum, ið mettar verða at henda (t.d. tíðarbundið
uppsveiggj av oljuvinnu) ella politiskur vilji er til (t.d. at skipa minkan av heildarveiting frá
statinum).
Full semja er trupul at fáa um útgjald út slíkum grunni, ymsir møguleikar og ymisk atlit kunnu
vigast, men við hesum uppskoti verður skotið upp at áseta greið búskaparlig atlit fyri útgjaldi,
umframt at gera útgjaldið tengt at óheftum metingum.
Tí verður skotið upp:
• At grunnurin fær óskerdar inntøkur sambært lóg um at skatta inntøkur frá kolvetnisvirksemi;
sostatt fær grunnurin ikki inntøkur eftir vanligum skatta- og avgjaldslógum, uttan tingið
serliga samtykkir.
• At ágóði frá einskiljing, antin gjaldførisinntøkur ella ognarrættur til ognir, ið ætlandi skulu
seljast, fara í grunnin. Løgtingið samtykkir reglur um mannagongd fyri hvørja einskiljing.
• At Løgtingið eftir uppskoti frá landsstýrismanni í fíggjarmálum samtykkir at játta í grunnin
vegna útjavnan, ið mett verður búskaparbygnaðarliga neyðug (hetta kann eisini koma fyri, tá
ið útgjaldið úr grunninum er munandi, at játta útgjaldið innaftur í grunnin).
• At útgjaldið verður endaliga ásett innan neyvt lýstar búskaparligar karmar sambært óheftum
metingum.
• At búskapargrunnurin í fyrstu atløgu verður stovnaður við vanligari løgtingslóg, men at
hetta verður gjørt við breiðari semju, ið skal røkka tvørturum løgtingsval. Síðani skal
umhugsast at tryggja grunnin í stýrisskipan.
2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið ber týðandi avleiðingar í sær fyri landið, umframt sjálvsagdar óbeinleiðis avleiðingar fyri
onnur. Niðanfyri verður mest gjørt burturúr beinleiðis avleiðingum, men nortið verður eisini við
óbeinleiðis avleiðingar.
Fyri
landið/landsmyndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri pláss/øki
í landinum
Fyri ávísar
samfelagsbólkar
/felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/búskaparligar
avleiðingar Ja Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar
avleiðingar
Ja Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til
altjóða avtalur og
reglur
Ja Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar Nei
Fíggjar og búskaparligar avleiðingar
Uppskotið hevur fíggjarligar og búskaparligar avleiðingar fyri landið. Stovnan av búskapargrunni
hevur við sær fleiri fyrimunir og broytingar:
Búskaparbygnaðarlig útjavnan verður skipað í tryggar karmar.
Inntøkur av kolvetnisvirksemi, munandi yvirskot á fíggjarlógini, einskiljingarinntøkur og
einskiljingarbúnar ognir kunnu verða settar í tryggja, óhefta skipan.
Landsbankin verður nýttur sum umsiting grunsins, ið harvið verður trygg og ódýr.
Landskassin fær sjálvsagt fyrstu árini verri gjaldføri og smærri inntøkur enn, um nevndu ognir ikki
fóru í búskapargrunnin.
Umsitingarligar avleiðingar
Landsstýrismaðurin og fíggjarmálaráðið fáa ábyrgd av, eisini í samráð við hini stjórnarráðini, at
tryggja tillagingar í lóg ella fíggjarlóg, til tess at lógin um búskapargrunn verður hildin. Hetta ber í
sær neyðugar ásetingar, viðmerkingar og játtan í sambandi við kolvetnisinntøku og skipaða
einskiljing. Eisini skal meting gerast í minsta lagi árliga av tørvinum á játtan á fíggjarlóg í grunnin.
Fíggjarmálaráðið, Landsbanki Føroya og møguliga aðrir stovnar fáa øktar byrður av uppskotinum.
Men sambært ætlaðu kunngerðini verður landsbankin mest byrðaður, og sum umsitari av
minstainnláni, lánsbrævaskuld, samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunni og øðrum er
landsbankin til reiðar at taka við hesum uppgávum á tryggan og ódýran hátt. Umsitingin av
grunninum fer sjálvsagt at hava ávísar útreiðslur við sær, men tær fer grunnurin at megna at bera
sjálvur.
3. Serligar viðmerkingar
Til § 1
Ásetingin setir á stovn búskapargrunn og lýsir endmál hansara. Grunnurin skal í senn tryggja
búskaparliga útjavnan og umsita tær ognir, ið breið semja er um at goyma á serligan hátt. Grunnurin
verður skipaður í Landsbanka Føroya ella sambært kunngerð í øðrum stovni, sum innan ásetingar í
lóg og kunngerð skal vera við at náa búskaparpolitiskum málum um at tálma búskaparligum
sveiggi, ið løgting og landsstýri seta út í kortið, og røkja tættir av fíggjarmálum landsins.
Til § 2
Ásetingin lýsir stovnsfæ og inntøkur grunsins.
Bert skattur eftir kolvetnisskattalógini ella lóg, ið kemur í hennara stað, fer í grunnin. Annar skattur
og onnur gjøld av kolvetnisvirksemi fara í landskassan á vanligan hátt. Uttanfyri grunsins inntøku
fella kostnaðurin av at umsita kolvetnisvirksemi og óbeinleiðis inntøkur landskassans av øktum
virksemi í landinum orsakað av kolvetnisvirksemi. Verður stórur búskaparvøkstur av tílíkari vinnu,
eiga óvanliga høgar inntøkur frá skatti og avgjøldum samsvaradi § 1, stk. 2 in fine at verða játtaðar
grunninum eftir § 2, stk. 1, litra c.
Til samanbering verður í norsku lógini um Statens pensjonsfond heldur neyvari greinað, hvørjar
inntøkur fara í grunnin, hvørjar ikki, og hvørjar útreiðslur mótroknast. Slíkt er trupult at gera,
áðrenn oljuvinnan av álvara tekur seg upp, tí verður landsstýrismaðurin at gera slíka útgreinan og
skjóta upp játtan og møguligar lógarásetingar samsvarandi, tá ið henda vinnan gerst veruleiki.
Ágóði av einskiljingum fevnir um: 1) inntøku (gjaldførisinntøku, søluprovenu) av sølu av
almennum ognum, 2) aðra einskiljing, ið ikki merkir gjaldførisinntøku í fyrstu atløgu, t.d. við at lata
grunninum ognarrætt til almennar ognir, ið seljast skulu. Hetta seinna merkir, at Løgtingið kann
velja í sambandi við einskiljingar at lata búskapargrunni antin allan ognarrættin ella eitt nú
ognarrætt til tey partabrøv, ið ikki verða seld í fyrstu atløgu. Á henda hátt er politiska skipanin
endaliga leys av viðkomandi ognum, og marknaðurin fær fulla vissu fyri, at einskiljingin er endalig,
tí búskapargrunnurin verður at umsita hesar ognir sum íleggjari við vinningi og sølu fyri eyga.
Játtan á fíggjarlóg skal fara fram, tá óvanligar inntøkur gera, at orsøk er at útjavna yvir tíð, t.d. tá ið
gjaldføri landskassans er munandi omanfyri minstainnlán sambært løgtingslóg nr. 31 frá 21. februar
1995 um landskassans innlán og lán í landsbankanum. Atlit mugu havast til gongdina í búskapi og
gjaldføri. Løgtingið tekur støðu eftir tilmæli frá landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Er politiska ætlanin at gera búskapin sjálvberandi, ber til at bøta um fíggjarlógina soleiðis, at pláss
verður fyri inngjaldi í búskapargrunnin.
Harumframt verður heildarveiting frá danska statinum stigvíst hækkandi frá 1/7 í 2010 til í 2016, tá
ið grunnurin fær alla heildarveitingina. Hetta merkir tó hvørki, at heildarveitingin við hesi lóg
verður avtikin í 2016 ella ásett at skula varðveitast til 2016. Heldur merkir hetta, at spurningurin um
støddina á blokkinum verður avgreiddur aðrastaðni, reelt eftir innlendis samráðing, og síðani
formelt eftir nærri samráðingar við danir og samtyktur av ríkislógartilmæli.
Avgerandi er, at nú verður ásett, at sama, hvussu stórur blokkurin er, so fer alsamt minkandi partur
av honum til vanligan rakstur á løgtingsfíggjarlógini, heldur fer alsamt hækkandi partur, til endans
allur blokkurin, í búskapargrunnin.
Búskapargrunnurin varðveitir eisini í fyrstu atløgu allan vinning frá røkt síni av fæ og ognum í
grunnuninum.
Til § 3
Bert realavkast (avkast eftir prísvøkstur) útjavnargrunsins av íløgurøktini verður at útgjalda.
Gjaldførisinntøka eftir § 2, litra a-d verður ikki at rokna upp í vinningin. Til tess at leggja upp fyri
útsveiggjum verður roknað miðal avkasti fyri 7 ár. Roknað verður ikki við tí fíggjarári, tá ið
útgjaldið verður framt, heldur ikki árinum fyri, men við teimum 7 árunum fyri tað árið.
Heimildin at gjalda út og metingin um ásettu atlitini kann verða skipað óheft av landsstýrismanni. Í
uppskotinum til kunngerð er ásett, at hagstovan skal gera metingar av BTÚ og prísvøkstri. Grundað
á roknskapin fyri grunnin og tøl hagstovunnar, ger landsbankin í fyrstu atløgu metingar (at brúka í
sambandi við fíggjarlógarviðgerð) og tekur síðani endaliga avgerð um útgjaldið. Góður siður er at
veita endaliga fráboðan so stundisliga, sum til ber. Verða metingar ella roknskapir endurskoðað,
verður næsta útgjald tillagað samsvarandi.
Útgjaldið verður at bíða til eftir, at grunsfæið eina ferð er komið upp um ein triðing av BTÚ. Henda
treytin skal bert lúkast einaferð, síðani verður goldið úr grunninum, hóast t.d. munandi
búskaparvøkstur ella kurstap føra við sær, at grunsfæið í ávís tíðarbil minkar í mun til BTÚ.
Eins og landsbankin skal grunnurin ikki gjalda landskassanum onnur gjøld ella skatt.
Til § 4
Landsstýrismaðurin hevur heimildirnar eftir lógini, men fer (sí uppskot um kunngerð) ætlandi at
delegera allar heimildir sínar uttan sjálva kunngerðarheimildina og eftirlitisheimildir. Eftirlitið
verður framt við at ganga ígjøgnum roknskap og aðrar frágreiðingar og við at eftirkanna strategisku
leiðreglurnar fyri íløguvirksemi grunsins.
Ásett verður, at búskapargrunnurin er serlig roknskaparlig eind. Grunnurin er tískil ogn landsins
(landskassans), men sum partur av fíggjarmálum landsins verður grunnurin ikki rikin sum útinnandi
vald. Hetta merkir, at játtað verður netto í grunnin (sambært § 2, litra a-d), og játtað verður sum
inntøka landsins tað útgjald, sum verður fráboðað sambært § 3. Hækking í eginogn grunsins verður
ikki at játta sum inntøka á fíggjarlógini, heldur ikki útreiðslur grunsins at játta sum útreiðsla.
Nærri reglur um íløgurøkt grunsins skulu gerast. Eftir uppskotinum verður hetta gjørt partvís í
kunngerð og partvís í strategiskum leiðreglum, ið bankin ger í minsta lagi árliga.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ræður við hesum fyri teimum almennu atlitunum fyri
íløguvirksemi grunsins. Ásetast kann, hvussu íløgur og vági skulu skipast og spjaðast, til dømis
hvussu verður býtt ímillum ymisk sløg av virðisbrøvum, millum innlendskar og útlendskar íløgur.
Landsstýrismaðurin kann velja at lata Landsbankan (ella annan stovn, ið umsitur grunnin), hava
ávísa rúmd fyri íløguvirksemi, men hetta skal í øllum førum nærri greinast í árligum strategiskum
leiðreglum. Sum ábyrgdarhavandi landsstýrismaður (og samsvarandi ásetingini í lóg um
landsbankan § 4, stk. 5 um mál av serligum týdningi) hevur landsstýrismaðurin umsjón við hesum
strategisku leiðreglum og kann gera viðmerkingar til teirra, áðrenn tær verða settar í verk, ella velja
av avmarka ella broyta heimildirnar í kunngerðini.
Tá ið Landsbankin rekur grunnin, verður annars farið fram eftir lóg um Landsbanka Føroya.
Roknskapur skal serliga gerast fyri grunnin sambært ásetingum í kunngerð.
Til § 5
Ásett verður, at lógin kemur í gildi beint eftir at vera lýst. Lógin verður tó at virka fyri alt árið 2010.
Skyldan at meta um tørv á játtan verður tí at galda fyri fíggjarárið 2010. Landsstýrismaður skal tí
meta um, hvørt inntøkur skulu játtast eftir § 2, litra a og b, og hvørt tørvur er á játtanum eftir § 2,
litra c. Játtan eftir litra d velst um einfalda brotrokning.
Gjaldførisinntøkan frá søluni av partabrøvum í Føroya Banka er greitt fevnd av hesi skyldu, eins og
landsstýrismaðurin hevur skyldu at umhugsa, hvørt restin av ágóðanum av einskiljingini, tey
partabrøv í bankanum, ið eftir eru á almennum hondum, skulu latast búskapargrunninum ella vera
verandi í fíggingargrunninum. Hetta lýsir væl skylduna hjá landsstýrismanninum; í summum førum
er einføld skylda at fáa í lag at seta fæ í grunnin, í øðrum førum má nærri meting gerast.
Hjálagt:
Skjal 1: Hugsað kunngerð um íløgurøkt og umsiting av búskapargrunni.

Á Løgtingi, 6. mars 2009

Annita á Fríðriksmørk  Høgni Hoydal  Tórbjørn Jacobsen
Bjørt Samuelsen  Hergeir Nielsen  Heini O. Heinesen
Bergtóra H. Joensen  Sjúrður Skaale  Karsten Hansen
Bill Justinussen  Jenis av Rana

Deil hesa grein umvegis
468 ad