Lýsing

Uppskot til samtyktar um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingi, sum hevur til endamáls:

 

– at skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum

 

– at skipa skuldarráðgevingina saman við ella í tøttum tilknýti til Brúkaraumboðið, til tess at felags serfrøði og umsiting kann gagnnýtast

 

– at skipa so fyri, at óhefta ráðgevingin eisini kann umboða einstaklingar og familjur, sum eru komin í skuldarfellur, mótvegis privatum kreditorum og almennum myndugleikum við tí endamáli at gera avtalur um bótaføri

 

– at geva óheftu ráðgevingini uppgávuna at mæla til lóggávu, lógarbroytingar og reglur, ið kunnu skipa og seta krøv til lánsmarknaðin um upplýsing og gjøgnumskygni og at fyribyrgja økjandi tali av óhaldførum skuldarbindingum.

 

Viðmerkingar
Uppskotið byggir á, at ásannast má:

– at seinastu árini er eitt støðugt vaksandi útboð av nýggjum lánsmøguleikum til privata nýtslu boðið út í samfelagnum frá peningastovnum og fyritøkum, sum kunnu skuldarbinda einstaklingar, familjur og børn teirra langt út um møguleikarnar at gjalda aftur í arbeiðsføra lívinum, og at fólk kunnu enda í sonevndum “skuldarfellum”,

 

– at liberalisering av altjóða fíggjarmarknaðunum og vantandi lóggáva og regulering frá politiskum myndugleikum í sambandi við nýggju lánsmøguleikarnar hevur verið ein atvold til støðugt vaksandi skuldarbyrðu hjá einstaklingum og húsarhaldum,

 

– at ongin ókeypis møguleiki er hjá einstaklingum og húsarhaldum at fáa óhefta ráðgeving og hjálp í sambandi við lántøku og í sambandi við skuldartrupulleikar, umleggingar ella saneringar.

 

Enn eru fólk í Føroyum av ættarliðum, sum eru vaksin upp við setninginum um at gjalda hvørjum sítt og onki skylda. Og helst er skuldarbyrðan hjá hvørjum fólki sær væl minni og frívirðini í húsum helst væl størri enn í flestu av okkara grannalondum.

Men sum Heðin Brú so meistarliga lýsir í meginskaldsøguni “Feðgar á Ferð”, tá Ketil setir seg í skuld til tess at keypa hvalin og noyðist at enda at selja kúnna til tess at borga lánið, so eru kollveltandi broytingar hendar í peningabúskapinum og fíggingarmøguleikunum seinastu øldina.

 

At seta seg í skuld er í dag inngrógvin partur av nútímans lívinum hjá hvørjum einstøkum og familjum til tess at seta búgv, taka útbúgving, gera íløgur, økja um privatnýtsluna og útvega sær flutningstól, amboð og hentleikar í gerandisdegnum.

 

Seinastu árini hevur økt peningaútboð skapt ein óhaldføran hákonjunktur. Tað hevur regnað niður yvir fólk við tilboðum um nýggjar lánsmøguleikar við avdráttarskáa, avdráttarfríum lánum, leinging av afturgjaldstíð, dýrum lánum frá handlum og fyritøkum til bilar og nýtsluvørur, sum tú tekur upp á ein seinnapart.

 

Og eins og í øðrum londum, kann ein partur av fólkinum koma í ta støðu, at tey taka lán á seg, sum av egnum ella uttanhýsis ávum kunnu gerast so stór byrða fyri tann einstaka, børn og familjur, at tey rætt og slætt ikki eru bótafør. Fólk og familjur seta seg í sonevndar “skuldarfellur”.

Hetta hevur sjálvsagt djúptøknar avleiðingar fyri lívsdygd og lívsmøguleikar hjá familjum og einstaklingum. Økt lánsbyrða rakar veikar inntøkubólkar harðast ella dregur fólk sosialt niður á røkurnar, serliga um skuld hópar seg upp við øktum rentum ella tá rentustøðið hækkar í samfelagnum.

 

Hetta gerst eisini økt fíggjarbyrða hjá tí almenna gjøgnum sosialu skipanirnar ella um tørvur verður á serligum politiskum átøkum í búskapi og fíggjarmarknaði, orsakað av ov stórari lánsbyrðu í samfelagnum.

 

Altjóða fíggjarkreppan hevur avdúkað fyri tey flestu, at almennar reglur og fyriskipanir, ið kunnu regulera hesi viðurskifti og fyribyrgja óhepnari lántøku, hava als ikki fylgt við bráðvaksandi gongdini í nýggjum lánshættum og skuldarseting. Tvørturímóti eru almennar skipanir, ið beinleiðis stuðla og eggja til lántøku og geva fyrimun til ymisk sløg av lánum. Eitt nú er rentustuðulin, ið upprunaliga bert var ætlaður til at seta búgv, vorðin ein óbeinleiðis stuðul til privat nýtslulán, tá avdráttarfrí lán og long afturgjaldstíð fyri sethúsalán eru sett í verk.

 

Nógv talar sostatt fyri, at tørvur er á eini óheftari skuldarráðgeving til privatfólk og húsarhald.

Í fleiri av hinum Norðurlondunum er skipaður ein almennur “skuldarpolitikkur”, og ymisk ráðgeving og tiltøk eru sett í verk til tess at fyribyrgja óbótaføri og skuldarfellum hjá fólki. 

Hugmyndin er, at ráðgevingin fyrst og fremst skal vera fyribyrgjandi. At fólk skulu kunna leita sær óheft ráð, fáa greiða upplýsing um veruligu skuldarbindingarnar aftanfyri lánstilboð og at fáa ráð um privatbúskap.

 

Í øðrum lagi skal skuldarráðgevingin kunna veita hjálp til fólk, ið eru komin í skuldarstøðu, sum ikki vegur sæst burturúr, leggja ráð fyri afturgjalding og umboða fólk mótvegis kreditorum og myndugleikum.

 

Ráðgevingin kundi verið skipað við fyrimynd í Rættarhjálp Føroya, har ymisk fakfólk skiftast at arbeiða fyri skuldarráðgevingina, sum er ein ódýr og væl virkandi skipan.

Í triðja lagi eigur ráðgevingin at skipa fyri almennari upplýsing um brúkarastøðuna á peningamarknaðinum og skjóta upp lógarbroytingar og reglur, ið kunnu tryggja gjøgnumskygni og brúkaratrygd.

 

Tí hevði tað verið skilagott at skipa henda partin av uppgávuni saman við nýggja Brúkaraumboðnum.

 

Til ber at kunna seg um norðurlendskar skipanir og uppskot á hesum internetadressum:

 

http://www.riksdagen.se/webbnav/index.aspx?nid=3911&bet=2006:548

http://www.riksdagen.se/webbnav/index.aspx?nid=20001&qry=Skuldsaneringslag

http://www.lovdata.no/all/hl-19920717-099.html#1-5

http://www.ft.dk/Samling/20031/beslutningsforslag_oversigtsformat/B41.htm

Á Løgtingi, 3. mars 2009

Hergeir Nielsen                    Annita á Fríðriksmørk          Høgni Hoydal

Heini O. Heinesen                Sjúrður Skaale                     Bjørt Samuelsen

Tórbjørn Jacobsen               Bergtóra Høgnadóttir Joensen

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad