Í morgin hevur tú valdið í Føroyum
Aug31

Í morgin hevur tú valdið í Føroyum

Verður veljarakanningin frá fríggja­degnum veruleiki, so fáa ABDH flokkarnir meirilutan. Sambært veljarakanningini fáa teir, sum skipaðu samgongu saman fyri fýra árum síðan, 52 prosent av atkvøðunum, 17 tingfólk og harvið meiriluta á Løgtingi. Ein av teimum flokkunum er ikki partur av samgonguni í dag, men lítið bendir á, at hesir flokkarnir ikki seta seg saman aftur, um valúrslitið verður tað sama sum hendan seinasta veljarakanningin...

Read More
Undirhald og politikkur í Atlantis í kvøld
Aug26

Undirhald og politikkur í Atlantis í kvøld

Ein stuttlig vitjan verður í kafÉ í  Atlantis í Klaksvík kvøld: Altíð stuttligu Berny og Høgni koma í kvøld kl. 20. Umframt at valevnini sjálvandi eisini eru at hitta í kvøld – so eru nýbakaðar vaflur til øll.

Read More
Uppstilling í Suðurstreymi 4. august á Hotel Hafnia
Aug02

Uppstilling í Suðurstreymi 4. august á Hotel Hafnia

Góðu limir í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Í sambandi við Løgtingsvalið, sum er útskrivað og verður hildið 1. september 2015, verður kallað inn til 2. og møguliga 3. uppstillingarfund týskvøldið 4. august kl. 19.00 á Hotel Hafnia. Limir, ið hava goldið limagjald fyri 2015, hava atkvøðurætt. …Limagjaldið er kr. 250, tó kr. 100 fyri pensjonistar Til ber at flyta limagjaldið á konto nr. 9181-174.525.7 í Eik Banka, ella á konto...

Read More
Hví stilli eg upp
Jun01

Hví stilli eg upp

Vit vilja økja um rættindini hjá føroyska fólkinum, vinnuni og myndugleikum annars. Vit vilja økja um samstarvsmøguleikarnar við onnur lond og um inntøkurnar til føroyska samfelagið. Vit vilja lata upp tær dyr, sum heimastýrisflokkarnir vilja lata aftur. Vit vilja taka sæti sum vanligur limur í millumtjóða felagsskapum Vit  vilja taka ræði á øllum málsøkjum Vit villja tryggja vinnuni góðar og tryggjar karmar Vit vilja tryggja eitt...

Read More
Gunvør spyr  um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum
Apr30

Gunvør spyr um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum

Grein 52a fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum 1. Kann landsstýrismaðurin framvegis vátta, at Marknagilsdepilin verður klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan 2016? 2. Er gongd í byggingini í løtuni ella er arbeiðið steðgað upp? 3. Hvussu langt aftanfyri tíðarætlanina er byggingin í dag? 4. Hvat snúði roknifeilurin, sum tosað hevur verið um, seg um og hvussu ávirkar hann restina av...

Read More
Nýggj ferja og nýggir møguleikar
Apr28

Nýggj ferja og nýggir møguleikar

Tað var hugaligt at vera í Royndarhúsinum, tá ið nýggja ferjan til Nólsoyar var løgd fram. Leingi hevur verið arbeitt at dagføra trygga og álitandi farleið um Nólsoyarfjørð og haldi eg, at hendan ferjan hevur nógv gott. Umboðið fyri Knud E. Hansen legði greitt fram tekningar og ymsu atlitini felagið skuldi taka, tá teir fingu uppgávuna at tekna nýggju ferjuna. Hetta var í 2013 og tá varð einki nevnt um prís á 50 mió. kr. Tí verður...

Read More