Útlendingar javnsetast føroyingum
Integrasjón: Broytið kommunuvallógina, so tilflytarar við varandi uppihaldsloyvi javnsetast føroyingum Tilflytari við varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur mist valbarið og valrættin til kommunuvalið! Orsøkin er, at hon hevur verið í Danmark og lisið! Her er ein sonn søga um ein tilflytara. Eina kvinnu, sum vit kalla Sheila og vit siga, at hon er fødd og uppvaksin í USA. Sheila hevði eftir drúgva umhugsan gjørt av at...
Tórshavnar kommuna er ikki bert “Kontórshavn”!
Onkuntíð verður skotið okkum í skógvarnar, at Tórshavn er “bert kontór” og at vit bert liva av at klippa hvørjum øðrum. Í Havn eru nógv kontór, men Tórshavnar kommuna fevnir eisini um virksemi innan bæði landbúnað og sjóvinnu.. Í Tórshavnar kommunu eru 42 bøndur. Teir flestu eru seyðabøndur, og haraftrat hava nakrir mjólkineytahald. Í Kollafirði eru 11, Kaldbak 5, Kaldbaksbotni 2, á Sundi 1, Hoyvík 2, Tórshavn 2, Kirkjubø 4, Velbastað...
Meðan borgarstjórin svevur í New York
Borgarstjórin hevur verið oman fyri garðarnar í New York og sannført seg um, at tað er hann við øllum sínum vísdómi, sum ger av, um ein varaborgarstjóri í Havn er skikkaður ella ikki. Men soleiðis er skipanin ikki. Útgangsstøðið er, at eitthvørt býráð sambært lóg skal hava tveir varaborgarstjórar at taka til, tá borgarstjóranum berst frá. Býráðið velur 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra, tá tað skipar seg fyrst í eini...
Lokomotivið Tórshavnar havn
Sum høvuðshavn er Tórshavnar havn samstundis lokomotiv okkara á hesum stóra og týdningarmikla øki. Sum slík hevur hon skyldu til allatíðina at hava eitt vakið eyga við tí, ið rørir seg innan nýtíðar havnarvirksemi, so hon altíð er brynjað og før fyri at veita tær tænastur, ið kundarnir hava tørv á. Hetta eisini hóast kostnaðarmiklar íløgur. Men tíbetur er Tórshavnar havn før fyri at taka við slíkum avbjóðingum við síni inntøku...
Sterkur listi til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ein sterkan, javnan og umboðandi lista til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er liðugt við uppstillingina til býráðsvalið í Havn. Felagið hevði triðja og seinasta uppstillingarfund mánakvøldið 29. august. Tá góðkendi uppstillingarfundurin ein sterkan og javnan lista við 8 kvinnum og 9 monnum, sterkari økisumboðan og breiðari aldurs- og yrkissamanseting. Sambært...
Mín góði býur
Eg eiti Rasmus Steintórsson Biskopstø og havi síðani barnaárini havt áhuga fyri politikki og samfelagnum. Av somu orsøk havi eg ognað mær útbúgving í sosialvísind og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetri Føroya. Eisini havi eg nakað av royndum innan námsfrøðilig størv og tænastuvinnuna í Norðoyggjum. Eg eri 24 ára gamal og búgvi í Klaksvík, og elski at búgva og virka í einari fjølbroyttari kommunu, sum ber dám av bjartskygni og...